Næstsíðsta umfar í kvinnukappingini í fótbólti er hetta vikuskiftið. Í gjár vann uppflytarin AB/B71 fyri fyrstu stigini í ár, tá ið tað eydnaðist at vinna á heimavølli á Sandi 2-1 ímóti HB.
Í dag eru hinir tríggir dystirnir á skránni, og tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at KÍ fer at hava FM heitið við sær norður aftur eftir vitjan í høvuðsstaðnum og í Gundadali seint seinnapartin.
KÍ er fimm stig frammanfyri EBS/Skála, sum er nummar tvey. Seint seinnapartin fer KÍ á ovara vøll í Gundadali, har B36 verður vertur. B36 hevur 26 stig á sætta plássi, meðan KÍ er nummar eitt við 43 stigum.
KÍ og B36 hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. 13. mai vann KÍ 3-0 í Gundadali, og 13. august vann KÍ 8-0 á heimavølli.
Einasta liðið, sum hevur møguleika at røkka KÍ, er EBS/Skála, ið um somu tíð seint seinnapartin, sum B36 og KÍ fara at spæla í Gundadali, eigur heimavøll ímóti Víkingi. Tann dysturin verður spældur við Margáir.
NSÍ, sum framvegis hevur møguleika at røkka næstfremsta plássið, fer tíðliga seinnapartin at spæla í Sørvági.
EBS/Skála – Víkingur: Jón Tór Baldvinsson kl. 17.00
07 Vestur – NSÍ: Rúni Olsen kl. 14.00
B36 – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 17.00
KÍ | 19 | 12 | 7 | 0 | 59 | 13 | 43 |
EBS/Skála | 19 | 11 | 5 | 3 | 37 | 16 | 38 |
NSÍ | 19 | 11 | 3 | 4 | 64 | 27 | 36 |
Víkingur | 19 | 10 | 2 | 7 | 52 | 27 | 29 |
HB | 20 | 9 | 3 | 8 | 49 | 25 | 27 |
B36 | 19 | 8 | 2 | 9 | 36 | 43 | 26 |
07 Vestur | 19 | 4 | 0 | 15 | 21 | 56 | 12 |
AB/B71 | 20 | 1 | 0 | 19 | 10 | 122 | 3 |