Í dag hevur Aksel stýrt í trý ár

Løgtingsval verður helst í seinasta lagi í mai

Í dag eru trý ár síðani, at landsstýrið varð skipað við Aksel V. Johannesen sum løgmanni.

 

Tá var á tingfundi 15. september í 2015 – 15 dagar eftir løgtingsvalið 1. september 2015, at Aksel V. Johannesen skeyt upp at velja Páll á Reynatúgvu til løgtingsformann.

 

Páll á Reynatúgvu varð valdur við fullum atkvøðutali, 33 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti. Hann tók síðani sætið í formanssessinum. Til næstformenn vórðu hesir valdir:

 

1. næstformaður: Heðin Mortensen

 

2. næstformaður: Edmund Joensen

 

3. næstformaður: Jógvan á Lakjuni

 

Síðani varð á tingfundinum framløga av uppskoti til løgmann. Einans eitt uppskot kom, og tað kom frá løgtingsformanninum um at velja Aksel V. Johannsen til løgmann.

 

Men hann fekk ikki fulla undirtøku úr tingsalinum. 22 atkvøddu fyri, 11 tingfólk úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum atkvøddu blankt og eingin ímóti. Tað er ikki vanligt, at andstøðan atkvøður fyri løgmansuppskoti hjá samgonguni, men tað gjørdu tingfólkini hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum.

 

Aksel V. Johannesen boðaði síðani frá, at hann sambært tingskipaninin fór at tilnevna hesi til landsstýrisfólk:

 

Høgna Hoydal, varaløgmann og landsstýrismann í fiskivinnumálum

 

Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum

 

Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum

 

Henrik Old, landsstýrismann í innlendismálum

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum

 

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 31. august næsta ár – av tí at 1. september er sunnudagur, og løgtingsval kann ikki haldast sunnudag. Tað er tó lítið sannlíkt, at lagt verður soleiðis til rættis, at løgtignsval verður hildið beint eftir ólavsøku. Tí er hugsandi, at vit fáa eitt løgtingsval seint í vár ella tíðliga í summar. Kanska í mai.