- Síðani valið hava viðurskiftini verið heldur fløkjaslig. Eg misti fótafestið eina løtu, men í dag havi eg fingið fótafestið aftur.
Tað segði Annika Olsen á tíðindafundi á Gamla Apoteki fyri løtu síðani, tá hon boðaði frá, at hon aftur er partur av Fólkaflokkinum.
Í síni fráboðan vísti hon á, at hon følir eina plikt mótvegis flokkinum og veljarunum.
- Til valið í september mánað stillaði eg upp fyri Fólkaflokkin, har út við 1000 fólk góvu mær eina persónliga álitisváttan. Eg bað ikki um álit frá flokkinum umboðandi nakran annan flokk, men fyri Fólkaflokkin. Tað forpliktar, segði Annika Olsen.

- Í dag havi eg fingið fótafestið aftur





