Í dag eru 74 ár síðani Tjóðveldi kom á ting

Hóast Tjóðveldi varð stovnað á fundi 22. og 23. mai 1948, so kom flokkurin á fyrsta sinni á ting tann 8. november í 1950

Nýggja forkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, á tíðindafundinum um Suðuroyartunnilin í Tinganesi í morgun Mynd: Álvur Haraldsen

Á valinum vóru teir báðir, Hanus við Høgadalsá í Havn og D. P. Danielsen úr Miðvági, valdir á ting.

 

Hanus við Høgadalsá, sum var úr Kaldbak, varð valdur í Suðurstreymoyar valdømi. 

 

D. P. Danielsen, sakførari, sum var ættaður úr Miðvági, varð valdur á ting fyri Vága valdømi.

 

Í Vága valdømi vóru tveir valdømisvaldir tinglimir. Tað sjáldsama var á valinum í 1950, at faðir og sonur vóru valdir á ting. D. P. Danielsen fyri Tjóðveldisflokkin, og pápi hansara, Sørin Danielsen, sum varð valdur fyri Sambandsflokkin.

 

Nýggja forkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, á tíðindafundinum um Suðuroyartunnilin í Tinganesi í morgun Mynd: Álvur Haraldsen