Í dag er vandamiklasti dagur á árinum

Mánadagurin, eftir at klokkan er flutt fram, er vandamikil fyri heilsuna

Tað skapar øktan vanda fyri heilsuna, í ferðslu og í arbeiðsumhvørvi, at umleið 70 lond kring heimin sunnunáttina fluttu klokkuna ein tíma fram. Og dagurin í dag er tann vandamiklasti av teimum øllum.

Tað hava ymiskar granskingarverkætlanir funnið fram til.

Tað ljóðar ikki av nógvum, at fólk um vikuskiftið hava mist ein tíma orsaka av summartíðini, men granskarar hava ávíst, at tað ávirkar heilsuna og skapar øktar vandar eitt nú í ferðsluni og á arbeiðnum.

Tann misti tímin órógvar svøvnin hjá mongum og ger serliga um seg, eftir at fólk í morgun skuldu upp til arbeiðis, áðrenn kroppurin av álvara hevur vant seg við, at klokkan er flutt.

Svenskir granskarar hava staðfest, at fólk hava 3,9% størri møguleika at fáa hjartatilburð í dag samanborið við aðrar dagar, og tey, sum frammanundan hava hjartatrupulleikar, eru í enn størri vanda.

Ein kanadisk kanning, sum varð endurgivin í New England Journal of Medicine, vísti, at ferðsluóhapp eru 8,6% vanligari í dag enn aðrar dagar í árinum, og ein amerikansk kanning, sum vardi í 21 ár, staðfesti í 1999, at munandi fleiri fólk doyggja í ferðsluni í dag enn aðrar dagar í árinum.


Amerikanski stovnurin National Institute for Occupational Safety and Health, sum kannaði 23 ár við arbeiðsóhappum, fann fram til, at arbeiðsóhapp eru meira vanlig í dag enn aðrar dagar. Aðrir vandar eru eisini við hesum degnum, tí í Singapore vísti ein kanning í 2012, at fólk júst í dag spilla enn meira tíð enn vanligt við at surfa á internetinum.