Í dag er politiskur nýggjársdagur

Tað verður markerað við skrúðgongu og gudstænastu og kórsangið, áðrenn tingið verður sett

Í dag er ólavsøkudagur, og ólavsøkudagur er politiskur nýggjársdagur. Í prinsippinum er tingið saman alt árið. Tingsetan er frá á ólavsøku og inntil á ólavsøku, tá ið farið verður undir nýtt tingár soleiðis, sum tað er orðað í stýrisskipanarlógini:

§ 10. Løgtingssetan byrjar ólavsøkudag og heldur á til ólavsøkudag árið eftir.
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólavsøkudag kl. 13.00.

§ 11. Samkomustaður løgtingsins er Tórshavn. Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum.

§ 12. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu.

 

Skrúðgongan endar við, at stórt kór syngur undr tinghúsinum, áðrenn tingið verður sett.