25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs, og tá er móðurmálsdagur í Føroyum.
Í fjør varð móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík, har evnið var yrkismál.
Tiltakið endaði við at ein Móðurmálsvirðisløn varð latin Suna Merkistein fyri yrkismál.
Í ár verður móðurmálsdagurin ikki hildin við serligum hátíðarhaldið, men Nám heitir hvørt ár á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.
Hóast altjóða móðurmálsdagur er 21. februar, so verður føroyskur móðurmálsdagur hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Hann varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819 – og tí verður hildið, at hesin dagur eigur at vera førosykur móðurmálsdagur, tí ávirkanin, sum Hammershaimb hevði á móðurmálið hevur verið so avgerandi.
Móðurmál okkara hevur sína serligu søgu, sum vit kunnu vera errin av. Ikki minst kunnu vit fegnast um, at tað eydnaðist nøkrum fólkum í næst síðstu øld, við V. U. Hammershaimb á odda, at skapa okkum skriftmálið, sum var horvið. Tað er ikki hissini bragd at endurskapa einum fólki og eini tjóð sítt skriftmál, tí høvdu vit ikki skriftmálið, so høvdu vit valla heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er.