Í dag er Lusiudagur

Árligi Lusiudagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum við konsert, sangi og hugna

Norðurlandahúsið og Tórshavnar musikkskúli hava í mong ár samstarvað um árligu Lusiukonsertina. Í ár verður skipað fyri hugnaligari kafé konsert í Forhøllini. Luttakandi kór eru XPERIEMENT og Stella. Kórleiðarar eru Ásbjørn Berthelsen, Edith Dahl Jakobsen og Katrin á Borg Johannesen.

 

Kafe SYSTRAR selja lussekatter, gløgg og kakao frá klokkan 17.

 

Konsertin byrjar klokkan 18.

 

Halgimennið Lusia varð fødd í Sisilia í ár 283. Latínska navn hennara merkir ljós. Vanliga verður hugsað um Lusiu sum ein ljósbera í myrku vetrartíðini. Umframt í Italia, er tað serliga í Norðanlondum, at Lusiadagurin verður hátíðarhildin við sangi og hugna.