Í dag er lúsakríggj!

- Lús er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn. Tí er dagurin 31. januar ásettur at vera almennur lúsadagur, sigur Gigni.

Aftur í ár minnir Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung, á árliga "lúsakríggið", sum er í dag, 31. januar.

 

- Lús er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn. Tí er dagurin 31. januar ásettur at vera almennur lúsadagur. Hetta er ein roynd at fyribyrgja og basa lús.

 

Gigni vísir á, at børn kunna verða smittaði við lús gjøgnum alt árið.

 

- Men, vit vita, at um øll verða kannaði og um neyðugt viðgjørd sama dag, er møguleikin fyri at steðga smittuni av lús nógv betri.

 

Tí minnir Gigni aftur í ár um hetta átaki og heitir á foreldur um at kemba barninum í dag,  31. januar.

 

- Eru tit í iva um okkurt, ella hava spurningar, ber altíð til at venda sær til okkara ella spyrja um ráð og vegleiðing á Apotekinum, sigur Gigni.