Føroyska manslandsliðið hevur tikið øll á bóli í Emerging Nations Cup-kappingini, sum verður leikt í Kosovo í hesum døgum. Óvist var, hvat væntast kundi av føroyska liðnum, men sigast má, at tað hevur gingið sum fótur í hosu, tí at Føroyar hava leikt seg í finaluna í kappingini.
Mótstøðuliðið í finaluni verður Lettland. Dysturin byrjar klokkan 16.30 okkara tíð. Lettland vann 25-21 í sínari hálvfinalu ímóti Uruguay.