Í dag er altjóða kvinnudagur

Hóast fyrsti kvinnudagur varð hildin í 1911, og hóast kvinnur í Føroyum fyrstu ferð sluppu á løgtingsval í 1918, so vórðu fyrstu kvinnurnar ikki valdar á ting fyrr enn í 1978

Hóast fyrsti kvinnudagur varð hildin í 1911, og hóast kvinnur í Føroyum fyrstu ferð sluppu á løgtingsval í 1918, so vórðu fyrstu kvinnurnar ikki valdar á ting fyrr enn í 1978.

 

Fyrsti altjóða kvinnudagurin varð hildin í 1911 í fýra londum: Danmark, Eysturríki, Sveis og Týsklandi. Tá var dagurin hildin 19. mars, og krøvini frá kvinnum vóru atkvøðurættur, betring av arbeiðsumstøðum hjá kvinnum og rætturin til almenn størv.

 

Á løgtingsvalinum 24. apríl í 1918 sluppu kvinnur á fyrsta sinni at velja í Føroyum. Tá vóru bara tveir flokkur í Føroyum, Sambandsflokurin og Sjálvstýrisflokkurin. Síðani floksbýtið á tingi í 1906 hevð Sambandsflokkurin altíð verið størstur, hóast onkuntíð stóð á jøvnum. Men á fyrsta valinum, tá kvinnurnar fingu valrætt, var Sjálvstýrisflokkurin tann størsti. Tá vórðu valdir 11 sjálvstýrismenn á ting og níggu sambandsmenn. Hetta er fyrstu og einastu ferð, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið størsti flokkur á tingi og einastu ferð, at hann hevur havt reinan meiriluta á tingi.

 

Fyrstu árini varð kvinnudagurin hátíðarhildin ymsar dagar, men í 1921 varð avgjørt at leggja hann 8. mars.

 

Í 20'unum og 30'unum varð dagurin serliga hildin sum ein sosialistiskur kvinnudagur, og eftir annan veraldarbardaga fall hann meira ella minni burtur.

 

Krígsárini og nakað eftir tey dovnaði kvinnustríðið nakað. Men í 60'unum fekk kvinnurørslan aftur vind í seglini. Nú fóru kvinnur undir eitt meira miðvíst arbeiði fyri at betra um kor og rættindi hjá kvinnum. Har undangongukvinnurnar um aldaskiftið mest høvdu lagt seg eftir valrætti og grundleggjandi rættindum, kravdi man nú fullkomna frígering og líkarætt millum kynini. 

 

Kvinnurørslan broytti grundvøllin í vesturheiminum og var størsta framstig fyri kvinnur nakrantíð á sosiala, intellektuella, politiska og einstaklinga støði. Í 1974 varð 8. mars aftur gjørdur til altjóða kvinnustríðsdag.

 

Í samband við altjóða kvinnuárið í 1975 ásetti ST eisini 8. mars sum altjóða kvinnudag. Kvinnustríðið er ikki av enn. Tað er enn munur á umstøðunum hjá monnum og kvinnum, bæði í okkara parti og restini av heiminum. Á politiskum støði verður enn tosað um sama rætt hjá kvinnum og monnum eitt nú at verða umboðað í almennum nevndum, sum landsstýrið velur.

 

Hóast kvinnurnar í Føroyum sluppu at velja til løgtingsvalið longu í 1918, so vórðu fyrstu kvinnurnar ikki valdar á ting fyrr enn á løgtingsvalinum í 1978, tá Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum vórðu valdar á ting umboðandi Suðurstreymoyar valdømi. Jona Henriksen er tó fyrsta kvinna, sum hevur havt fast sæti á tingi. Hon kom á ting sum varafólk, tá landsstýrið varð skipað í 1975.