Í dag er 100 ára føðingardagur í Vágum

Fyrsti skipsførari úr Miðvági fyllir 100 ár í dag

Í dag, fríggjadagin, 25. september 2015, verður Ivan Nattestad úr Miðvági 100 ár.

 

Vága Kommuna skrivar, at Ivan vaks upp í Miðvági, men búði í mong ár í Danmark. Hann hevur siglt úti meginpartin av arbeiðslívi sínum og tríggjar ferðir hevur hann verið fyri tí vanlagnu, at skipið, hann hevur verið við, er gingið burtur, men hann hevur so verið bjargaður hvørja ferð.

 

Ivan var fyrsti miðvingur, sum tók prógv sum skipsførari og tá ið hann var komin nakað upp í árini, flutti hann heimaftur til Miðvágs at búgva, har hann fekst nógv við at velta eplir og ymiskt grønmeti.