Klokkan 15 í dag sessast føroysku telvararnir við talvborðini í Reykjavík fyri næstsíðstu ferð í hesi EM kappingini. Mótstøðuliðið er danska landsliðið, sum ikki hevur staðið seg væl í teimum sjey fyrstu umførunum.
Danmark hevur onkuntíð verið betri fyri, enn danska talvlandsliðið nú er. Tølini siga, at Danmark er styrkisroknað sum nummar 30 og Føroyar nummar 34. Eftir 7 umfør í EM kappingini er Danmark á 33. plássi, og Føroyar eru nummar 34.
Tiltikið er tað, tá ið Føroyar og Danmark hittust í OL í talvi í Manilla í Filipsoyggjunum í 1992. Tá var úrslitið 2-2. Minnisríkt er tað, at Heini Olsen, sáli, sum var føroyskur meistari í 1989, 1991, 1992, 1993 og aftur í 1999, vann á tá trífalda danska meistaranum Carsten Høi. Hetta var eftir, at talvið var niðurlagt, og eftir at teir totaðust í 86 leikir. Styrkistalið hjá Heina var 2320 og hjá Carsten Høi 2369, tá ið teir hittust á øðrum borði í Manilla.
Á fyrsta borði megnaði John Rødgaard, sum eisini er á føroyska liðnum í Reykjavík, remis ímóti Erlingi Mortensen, og tað var eisini úrslitið á fjórða borði, har Torbjørn Thomsen telvaði ímóti Henrik Danielsen. Jens Christian Hansen tapti á triðja borði ímóti Karsten Rasmussen, og harvið var úrslitið 2-2. Fimti maður á føroyska liðnum ta ferðina var Jóan Petur Midjord.
Í dag vera manningarnar hesar:
IM Helgi Dam Ziska (2523) – GM Sune Berg Hansen (2566)
IM John Rødgaard – GM Lars Schandorff (2519)
FM Høgni Egilstoft Nielsen (2300) – IM Mads Andersen (2459)
FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2275) – FM Bjørn Møller Ochsner (2405)
Fimti maður á føroyska liðnum í Reykjavík er IM John Arni Nilssen (2274)
Á myndini sæst Heini Olsen, sáli, tá ið hann í Manilla fyri 23 árum síðani basti danska meistaranum Carsten Høi.










