Í Bjargamansdal við borgarstjóranum

Rani Nolsøe, sum var við í ferðalagnum, hevði gittara við sær, og hann spældi bæði egin løg og undir til tríggjar felagssangir.

Í gjár var borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, ferðaleiðari, tá gingið varð til Bjargamansdal. 

 

- Stívliga 40 fólk møttu væl uppløgd til túrin, sum tók umleið fýra tímar, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Tá komið varð niðan í Bjargamansdal, greiddi borgarstjórin frá áhugaverdum siðvenjum og søgum, sum eru knýttar at leiðini og ikki minst húsinum í dalinum.

 

- Húsini vórðu endurreist her í 2020 eftir ein eldsbruna í 2018. 

 

Rani Nolsøe, sum var við í ferðalagnum, hevði gittara við sær, og hann spældi bæði egin løg og undir til tríggjar felagssangir.

 

- Sigast má, at løtan varð serstøk, tá fólk sungu sangirnar: Tað er vakurt í Klaksvík á sumri, Sóljugentan og Heimstaðið.

 

Úr Klaksvík verður sagt, at gongutúrurin var fyrsta tiltakið í Virkið Vár, sum er á skránni í ár.

 

##med2##