Í Árnafirði eru fleiri frítíðarhús

Uttarlaga í bygdini í Árnafirði og dygst við sjóvarmálan standa í dag tilsamans 11 neyst, ið nýliga eru bygd sum frítíðarhús

Í fleiri av teimum smáu bygdunum kring landið og úti á teimum smærru oyggjunum, standa nógv tóm sethús.

 

Hóast fólkatalið í Árnafirði er fáment, eru ikki nógv tóm sethús í bygdini. Um kvøldarnar er ljós í flestu húsum.

 

Eitt, sum eyðkennir Árnafjørð, er, at her eru fleiri spildurnýggj frítíðarhús.

 

Hetta eru frítíðarhús, ið eru bygd sum neyst og við teimum treytum, sum byggisamtyktin fyri Klaksvíkar kommunu loyvir.

 

Uttarlaga í bygdini og dygst við sjóvarmálan standa í dag tilsamans 11 neyst, ið eru bygd sum frítíðarhús.

 

##med2##

 

Í flestu førum eru tað avbygdafólk, sum eiga frítíðarhúsini, og tey eru ófør at vitja í Árnafirði.

 

Nøkur frítíðarhús verða eisini leigað út, og slíkt leiguvirksemi setir eisini eitt ávíst lív í bygdina.