Meðan vit onnur sótu til borðs og fyltu okkum grúkin við jólamati, ella lógu og slappaðu av á sofuni, hava Laila og Leif av Reyni verið til arbeiðis.
Laila av Reyni arbeiðir í løtuni á einum skúla í Nakuru í Kenja, og fjólafrítíðina nýtti hon og familjan til at fríðka um skúlastovurnar á skúlanum.
- Lærarar og næmingar vóru so mega glað, tá tey komu í morgun. Leiðarin á seymideildini helt, at hetta var so stórt, at tey hava avgjørt at halda ein opening ceremony í næstu viku, skrivar Laila av Reyni til in.fo.
Við loyvi frá Lailu av Reyni leggja vit nakrar myndir út av arbeiðinum, tey hava gjørt.