Í ár hava 67 flokkar verið í kappingini hjá Fólkaheilsuráðnum um at verða ársins roykfríi skúli. Treytirnar vóru, at eingin skuldi roykja í flokkinum í ein mánað frá 9. september til 9. oktober. Kappingin er beint nú endað og fólkaheilsuráðið, sigur, at av teimum 67 flokkunum, sum meldaðu til kappingina, eydnaðist tað 42 flokkum at halda seg púra roykfríar. Tilsamans eru 871 næmingar í hesum flokkunum. Lutakast hevur verið ímillum flokkarnar og úrslitið var, at tað var 9. flokkur á Giljanesi, sum vann við lutakastið. Fólkaheilsuráðið hevur áður upplýst, at vinningurin er ein konsert á skúlanum sum vinnur, har Sakaris fer at spæla. Í fjør vóru 53 flokkar við í kappingini og fyrraárið 32. |