Í ár verður kappingin longri og harðari

Mikudagin verður startskotið latið av til stóru kappingina, har súkklað verður um alt landið

 


Kring Føroyar súkklukappingin verður bæði longri og harðari í ár, enn hon hevur verið.

Kappingin hevur verið 300 kilometrar, men Volvo Kring Føroyar kappingin, sum hon kallast í ár, verður næstan 500 kilometrar og sostatt er hon væl longri, enn hon plagdi vera.

Og tað verður mikudagin, at startskotið ljóðar.  Í ár verður ongin prologur, samstundis sum at súkklarar eisini skulu til Sands at kappast í einum drúgvum einkultstarti, sum í ár verður heilar 36 km langur.

 

Annars verða ruturnar soleiðis í ár:

23. juli verður 110 kilometra landavegsúkkling úr Vágoy í Borðoy: Flogvøllurin – tunnilin við Streymin – Toftir - Rituvík – Gøtueiði – Klaksvík – Hvannasund  og til Effostøðina í Klaksvík.

24. juli verður 110 kilometra landavegsúkkling í Streymoy og Eysturoy: Effostøðin í Gundadali – Kaldbakstunnilin – Eiðisskarð – tunnilin við Streymin – Hvalvík – Hósvík – Kollafjørð  og á Sornfelli, har málið er.

25. juli verður 36 kilometra einkultstartur í Sandoy. Teinurin er frá Effostøðini – Meginskúlin – Effostøðin – Sandabrekkan – Effostøðin. Teinurin skal súkklast fýra ferðir.

26. juli verður 115 kilometra landavegsúkkling í Suðuroy: Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Hov – Porkeri – Vág – Lopra – Sumba – Lopra – Hovsegg og á Tvøroyri, har tvey umfør vera eftir niðara vegi og ovara vegi. Startur og mál eru við Effostøðina á Tvøroyri.

 

27. juli verður 90 kilometra landavegsúkkling í Streymoy: Startur og mál eru hjá Wenzel á Akranesgøtu. Súkklað verður á økinum frá Millum Horna, Gomlurætt, Velbastað og á økinum kring Tekniska Skúla í Havn.

 

Aftur í ár er møguligt hjá unglingum at luttaka og teir súkkla 250 kilometrar.
- Vit hava roynt tað áður, men nú,  tá ið so nógvir motionistar hava vant og vant til súkklutúrin úr Klaksvík til París, hevur nevndin í Tórshavnar Súkklufelag avgjørt at motionistarnir, eisini kunnu sleppa at royna seg, siga tey í felagnum.

Teir súkkla sama tein sum unglingar, altso 250 kilometrar.

 

Unglingar og motionistar súkkla soleiðis:

23. juli verður súkklað 60 kilometrar úr Streymoy í Borðoy: Hósvík – tunnilin við Streymin – Gøtueiði – Klaksvík – Haraldsund og til Effostøðina í Klaksvík.


24. juli verður súkklað 60 kilometrar: Effostøðin í Gundadali – Kaldbakstunnilin – Hósvík – Kollafjørð og á Sornfelli, har málið er.

25. juli verður 18 kilometra einkulstartur á Sandoy: Súkklað verður frá Effostøðini – Meginskúlin – Effostøðin – Magnstøðin – Effostøðin. Teinurin skal súkklast tvær ferðir.


26. juli verður súkklað 60 kilometrar í Suðuroy: Tvøroyri – Hovsegg – Hov – Porkeri – Vág – Lopra – tunnilin í Hovi – Tvøroyri. Startur og mál eru við Effostøðina á Tvøroyri.

27. juli verður súkklað 36 kilometrar í Streymoy, har startur og mál eru hjá Wenzel á Akranesgøtu. Teinurin gongur millum Akranesgøtu, Gomlurætt Marknagilsvegur, Velbastaðvegur og Akranesgøtu. Teinurin er 17 kilometrar langur, og skal súkklast tvær ferðir.

Síðan skulu smá umfør súkklast og tað er aftur frá Akranesgøta, Millum Horna, Marknagilsvegur, Velbastaðvegur og Akranesgøta.

Hesin teinur er ein kilometur langur, og súkklast koyrast tvær ferðir.