? Pápa dámar ikki, at eg hyggi so nógv eftir teknifilmi. Hann sigur, at tað er ov dýrt - og honum líkaði betur, at eg læs fleiri bøkur. So kunnu vit ikki fara heim til tín seinnapartin? Tí tit sleppa?
Soleiðis gremur tíggju ára gamla Johanna seg fyri vinkonuni.
Lítlasysti hennara, Anna fylti fimm ár í apríl 2001. Og hon hevur ikki (enn) funnið út av, hvussu hon skal klikkja seg gjøgnum gjaldingarskipanina á okkara interaktiva sjónvarpi, okkara Intervarpi. Tað er eisini gott, tí annars sat hon allan dagin og hugdi í kassan.
Fyri at vit skulu minnast loyniorðið, er tað einfalt. Tí veit Jóhanna loyniorðið - og tí mugu vit tosa við hana um hetta, fyri at hon ikki skal sita allan dagin framman fyri kassanum.
Dagur og vika
Vit hava nú í eini tvey ár havt intervarp. Tað er eitt millumting millum eitt sjónvarp og eina teldu. Tólið kann nýtast sum bæði, men er í veruleikanum mest tað seinna - hóast tey fæstu hugsa um tað.
Tey halda, at talan bert er um eitt slag av sjónvarpi. Og júst tí er tað, at tað kallast Intervarp - hetta funnu nøkur lýsingafólk upp á fyri yvurhøvur at kunna selja tólið. Brúkararnir dugdu ikki rættuliga at síggja endamálið við tólinum, so vit vóru millum tey fyrstu 1.000 fólkini í Føroyum, sum keyptu intervarp.
Vit hava ongantíð havt video, tí »tað er í grundini einki at goyma upp á frá sjónvarpinum«. Og harafturat skulu børnini ikki sita og hyggja eftir Disney alla tíðina. Men tá intervarpið kom fram, vóru vit við beinanvegin, har er gott innihald til vaksin um kvøldið.
Eg vil eitt nú fegin síggja deg og viku, hoyra útvarpið og lesa Sosialin. Men júst tá SvF sendir deg og viku leggi eg børnini at sova, tá tíðindini eru í útvarpinum eta vit. Tað er eisini so nógv annað, sum eg ikki síggi í sjónvarpinum, tí eg havi annað at gera.
Men her er tað, at eg rættuliga geri mær dælt av intervarpinum. Tí nú síggi eg bæði Deg og Viku, Basalt, Krosskast o. a. Men mær nýtist ikki at bíða eftir hesum sendingum, ella at síggja teir partarnar av sendingunum, sum eg ikki tími at síggja. Eg seti meg við intervarpið. Eg síggi yvirskriftirnar í Degi og Viki, spoli forbí tey óinteressantu innsløgini, og síggi á tann hátt bara tað, sum eg tími at síggja. Eg spoli eisini aftur, fyri at síggja umaftur tey áhugaverdu innsløgini.
Tí síggi eg alla Deg og Viku eftir 15-20 minuttum, og veit kortini um øll innsløgini.
Útvarpið hoyri eg eisini, tá eg havi hug, tí útvarpið hevur nú eftir hondini lagt allar sendingarnar út á netið - við ljóði. Hoyri eg onkran tosa um onkra góða sending, eitt nú ein áhugaverdan fimmara, so blaði eg meg bara aftur til sendingina, og lurti eftir henni.
Men tey feskastu tíðindi er at lesa í Sosialinum, sum nú í fýra ár hevur dagført tíðindi fleiri ferðir um dagin.
? Ja, eg hugsi ofta við mær sjálvum. Vit høvdu jú ímynda okkum, at bløðini neyvan fóru at klára seg til aldarskifti, men nú hava tey í veruleikan yvirhálað loftmiðlarnar, tí tey eru skjótari við tíðindunum - hvør skuldi trúð tí???
Nógvar »øðrvísi« sendingar
Tann tíman, tá eg leggi børnini, er tað konan, sum eigur intervarpið. Tá intervarpið kom, skaptust eisini møguleikarnir fyri at gera nógvar øðrvísi sendingar. Konuni dámar væl at síggja kjaksendingar, sum vara í fleiri tímar, og har tey, ið kjakast, kunnu kjakast so leingi tey vilja. Sera dugnaligir journalistar gera sendingarnar, sum verða framleiddar á bíligasta hátt, við hondbornum upptøkutólum og bíligari digitaltøkni. Myndagóðskan verður tí hálvvánalig, men tað ger einki, tí tað er innihaldið, sum telur. Tann bíliga framleiðslan ger, at sendingarnar fíggjarliga hanga saman, hóast hyggjararnir kanska ikki eru so nógvir í tali. Tað kostar eina fimmkrónu at síggja sendingina, og tú kanst spola eftir tørvi, eins og við Degi og Viku. Tú kanst eisini sjálvur seta eitt kjak í gongd við at koma við uppskotum um evni, sjónarmiðum ella spurningum. Slíkar sendingar verða framleiddar hvørja viku.
Júst tí at vit hava intervarp, er eingin trupulleiki hjá okkum at síggja hvør sína sending, hóast tær verða sendar samstundis. Bæði Dagur og Vika og kjaksendingarnar verða sendar við internet-tøkni. Við einum fínum orði verður hetta nevnt multicastes, sum ikki merkir annað enn tað, at ein servari beinir sendingarnar út sum digitalir fílar til teirra, sum vilja síggja sendingarnar nær og hvar tey vilja. Vit eru tískil ikki bundin at skíggjan ávísar tíðir.
Gammeldags sjónvarpi hyggja vit ikki so nógv eftir, sum fyrr. Innihaldið er ov breitt, men einum filmi hyggja vit eftir nú og tá.
Bíða eftir lægri prísum
Tað gamla sjónvarpið varð tveitt á dyr, tá intervarpið kom. Intervarpið stendur í sama stað, sum sjónvarpið stóð. Summi snið av intervørpunum skara framúr við LCD-skíggjum, onnur hava bara vanlig myndarør. Okkara er av hesum seinnu, so tað tekur meira pláss - men tað var nógv bíligari.
Í intervarpinum er bæði ein telda og eitt sjónvarp. Teldan er íbundin telefonnetið. Eitt ISDN-samband við eina ella tvær ferðir 64 kilobit pr. sekund er minsta kravið, men úrslitið er rættuliga vánalig myndagóðska. So ring er hon, at illa ber til at hyggja eftir filmi. Úrslitið var nógv betur, um vit valdu eina dýrari loysn. Men vit halda ikki, at intervarpið er so nógv vert enn og vilja bíða, til telefonfeløgini fara at lækka prísirnar.
Tað er kortini freistandi at keypa betur samband, tí filmfeløgini bjóða tær nú at heinta filmir beinleiðis frá teimum. Á tann hátt ber til at síggja italskar, franskar, enskar, indiskar og aðrar filmar - sum sjónvarpsstøðirnar ikki vísa.
Fjarstýring við skíggja
Teldupartin av intervarpinum kanst tú brúka, sum tær lystir. Hann kann, eins og ein vanliga sterkur pc?ari, rokna hvat tað skal verða. Stýrissystemið er Microsoft Windows - hugsi NT versión 7.0 ella system 11 til Macintosh.
Vit nýta intervarpið fyrst og fremst sum sjónvarp. Vit hava eina fjarstýring, sum við píltastum koyrir upp og niður eftir menumyndunum, vit síggja á skíggjanum. Menuirnar síggjast í einum víðari menning av einum web-browsara. Vit valdu eisini hesa fjarstýringina, tí hon var bílig. Annar møguleiki er ein meiri modernað fjarstýring, har tú situr við einum mini-skíggja í hondini og týstir við fingrinum á tað, tú vilt.
Intervarpið sum servari
Vit hava eisini eitt vanligt teldutastatur - nertlaborð til intervarpið. Tað liggur sum oftast undir sofaborðinum. Tað samskiftir infrareytt við intervarpið og verður tikið fram, tá onkur av okkum skal senda ein e-mail. Vit bæði vaksnu og tann størra av gentunum hava okkara egnu e-konto, og vit hava vant okkum til at kanna tær gjøgnum intervarpið.
Hóast nógv av mailunum í veruleikanum eru hobbykend og koma frá áhugafelagsskapum ella familju, so kanni eg eisini arbeiðsmail fleiri ferðir hvørt kvøld. Tað er gott at vita, hvat liggur til næsta morgum. Men nertlaborðið liggur fyri tað mesta og savnar dust og er ein kanska ein feilíløga. Tí tað hevur víst seg, at vanliga teldan, sum stendur í arbeiðsrúminum, er nógv betur at skriva og senda e-mail við. Men arbeiðsteldan og intervarpið senda dáta sínamillum gjøgnum eitt minilokalnet, har intervarpið er servarin.
Keypa inn á Intervarpinum
Rættuliga nógv brúka intervarpið, tá tey keyupa inn. Tey fara eitt nú inn á heimasíðuna hjá Keypsamtøkuni og bíleggja vøruna, sum síðan verður koyrd heim. Tað gera vit kortini ikki, tá vit skulu keypa matvørur. Men vit nýta intervarpið, tá vit skulu keypa okkurt serligt - bøkur, lutir til bilin, amboð og merkjavøruklæði. Tá er tað nógv lættari at leita í intervarpinum enn at renna millum alskyns handlar.
Sama lagið er, tá vit gera bankaflytingar - tað verður eisini gjørt gjøgnum intervarpið.
Gerandisvørurnar keypa vit upp á gamla máta, tí best er hóast alt at kunna nerta við tað, tú skalt keypa - at eta?
Kunningarmiðstøð
Men Intervarpið er eisini eitt slag av kunningarmiðstøð. Í húsinum hava vit sett upp nakrar hitamálarar, soleiðis at teldan kann ansa hitalagnum innanveggja. Teldan ansar eisini eftir, hvussu nógvan streym vit nýta, hvussu nógva olju vit nýta o. s. fr. Tískil er tað vorðið til eina kapping um at vita, hvussu lágt niður vit kunnu fáa hesar útreiðslurnar.
Hevur tú hug, so ber eisini til at seta nøkur smá upptøkutól til telduna, so at tú frá arbeiðsplássinum kanst ansa eftir, hvat fyriferst heima við hús - um tú hevur fingið óbodnar gestir, ella um børnini hava funnið upp á okkurt býtt.
Intervarpið kann sjálvandi eisini svara telefonini. Tað finnir eisini út av telefonina, tá ávís fólk ringja - og kann geva teimum neyðugu boðini. Eisini kann teldna sjálv finna út av at umstilla telefonina, um tað er onkur serligur, ið vil hava fatur á okkum - onkur í famljuni ella onkur góður vinur.
Lænt hugskot
Hóast tólið, sum umrøtt er í hesi grein - okkum kunnugt - ikki er til, so eru tankarnir ikki tiknir úr leysari luft. Alt, sum her er umrøtt, ber til - tøkniliga sæð - og tað nógva er longu uppfunnið. Vitið bara - nógv vatn rennur í havið - higani og til ár 2001?