Í annaðkvøld verður samhugatiltak fyri Ukraina á Vaglinum

Orðið verður frítt, aftaná umboð fyri Reyða Kross og Amnesty hava hildið røðu

Um allan heimin hava samhuga- og mótmælistiltøk verið

Í annaðkvøld klokkan 18 verður eitt samhugatiltak fyri Ukraina á speakers corner á Vaglinum í Havn.

 

Tað eru tey politisku ungmannafeløgini, sum í felag skipa fyri hesum samhugatiltaki fyri Ukraina.

 

– Latið okkum vísa okkara samhuga við Ukraina og fólkið, har býr, siga fyrireikararnir.

 

Umboð fyri Reyða Kross og Amnesty halda røðu.

 

– Í felag fara vit at halda 1 minutt tøgn fyri ukrainska fólkið, sum í hesum døgum líður undir russisku innrásini, siga fyrireikararnir.

 

Aftaná hetta verður orðið frítt.

 

Fyrireikararnir heita á fólk um at taka ljós við av onkrum slag ella skeltir.

 

Um allan heimin hava samhuga- og mótmælistiltøk verið