Gunnar Mikkelsen noyðist hesa vikuna at lata oddasessin á 15 teimum bestu frá sær, tí gospelbólkurin I AM hevur tikið yvir.
Sangurin Wait kom beinleiðis inn á fyrsta plássið.
Fleiri føroyskir sangir standa seg væl á 15 teimum bestu í løtuni. Forelskaði Sjónleikarin hjá Páll Finnur Páll er nummar 4, Eivør Pálsdóttir er nummar 5, Teitur Lassen er nummar 6, Høgni Lisberg nummar 10 og Kristel Lisberg nummar 15.
Útlandið
Í útvarpssendingini Mentan 2003, sum varð sent í ÚF undan ársskiftinum, søgdu limirnir í gospelbólkinum I AM, at nú fóru teir at brúka meira orku upp á útlandið.
Bólkurin gav fyri jól út sína næstu fløgu, og hon fekk sera góða móttøku. Tað sama fekk I AM á konsertum, sum teir spældu kring landið.
Tónleikararnir í I AM vildu ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat teir vilja í útlondum, men teir søgdu, at tað sær spennandi út. Í øllum førum munnu ætlaninar uttanfyri landoddarnir snúgva seg um at spæla á konsertum, men kanska okkurt annað spennandi fer at henda bólkinum komandi mánaðirnar.