Fyrst í juli mánaði fer gospelrockbólkurin I Am úr Klaksvík til Noregs at spæla.
Høvið er størsti gospelfestivalurin, sum verður hildin í Norðurlondum. Festivalurin verður í døgunum frá 2. til 8. juli, og hann verður hildin á Risøya.
Festivalurin hevur meiri enn 20 ár á baki, og ørgrynna av kendum gospelbólkum hava spælt á festivalinum. Aftur í ár eru nógv kend gospelnøvn við á festivalinum.
I Am hevur fingið kjansin at spæla á hesum festivali umvegis føroyska felagið, Adore Music, sum hevur gott samband við fólkini, sum standa fyri festivalinum.
Føroyski bólkurin ætlar sær at gera nógv burtur úr í Noregi, og umframt sjálva framførsluni, hevur I Am eisini brynjað seg við ymiskum PR-tilfari um bólkin.
I Am var við í árins Prix Føroyar finalu, og hóast teir ikki endaðu millum teir fremstu, gjørdu teir vart við seg við góðum og melodiøsum tónleiki.