Føroysku gospelbólkurin I AM var nógv frammi fyri jól, tá ið teir spældu til nógvar konsertir og góvu fløgu út. Bólkurin hevði rættiligan undanvind við fløgusøluni, og eisini á palli tóktist bólkurin verða betri upplagdur enn nakrantíð áður.
Seinastu mánaðirnar hevur ikki verið nógv at hoyrt til I AM, men tað er bara stille før stormen.
Sangarin í bólkinum, Birgir Sigurðsson, er á skúla í Danmark, og tað avmarkar eitt sindur, hvussu nógv bólkurin kann spæla.
Men í summar fer I AM aftur í gongd við konsertframførslur. Bólkurin ætlar sær at spæla í Føroyum, men møguliga verður eisini onkur uppgáva uttanlands. Bólkurin hevur áður sagt alment, at teir royna at sleppa fram at til tiltøk uttan fyri landoddarnar, og okkurt bendir á, at teir fara at fáa onkra uppgávu.










