– Føroya fremsti gospelbólkur verður partur av Okkara Voxbotn 2020. Talan er um bólkin I AM, sum hevði sína stórheitstíð um aldarskiftið. I AM er uttan iva størsta gospelfyribrigdið í føroyskari tónleikasøgu, sum gjørdi nógv um seg í stóru Prix Føroyar kappingunum.
Soleiðis skrivar fyrireikararnir av Voxbotni, sum verður í Vágsbotni í Havn 27. juni næsta ár. Teir skriva víðari:
»Bólkurin hevði eina framførslu á Okkara Tórsfest 2019, men framførslan varð darvað av tøkniligum ávum. Tí skal bólkurin sjálvandi hava sína revansju, og tað fær hann á Okkara Voxbotn 2020, tann 27. juni. Og tú kanst ætla, at vit gleða okkum til hesa orkubumbu.
Tað eru 20 ár liðin, síðan bólkurin gav út fyrstu fløgu sína “Cast”. Á hesi fløgu var serliga eitt lag, sum setti sín dám á føroyska varpið, tað var “Alla Leið”. í 2003 kom seinna útgávan Xthree.one.four út við hittunum “Friðsæla Stund”, “Believe” og “Wait”.
Í mars mánaða í ár fekk bólkurin stóra heiðurin at hita upp til risakonsert við amerikanska bólkinum P.O.D., og kvitteraðu teir við at geva út lagið “I can´t stand that face”, sum prógvaði at bólkurin er í toppformi.«