Leygarkvøldið klokkan 23.00 fer gospelrockbólkurin I Am at spæla í Biohøllini í Sørvági. Hetta er seinasta royndin hjá bólkinum, áðrenn teir fara til Noregs at spæla á stórum gospelfestivali.
Teir í I Am fara av landinum sunnudagin, og mánadagin byrjar festivalurin, sum verður hildin á Risøya, sum liggur nærindis Kristiansund har suðuri í Noregi.
Skærgaardsfestivalurin verður vanliga vitjaður av 50.000 fólkum, og konsertir eru á eini átta pallum. I Am skal spæla fýra ferðir á ymiskum pallum á festivalinum, og teir hava fyrireikað seg sera væl til ferðina.
Ein umboðsmaður fyri Skærgaardsfestivalin var í Føroyum herfyri og lurtaði eftir I Am. Eftir hetta vórðu teir bodnir at luttaka.
? Vit eru væl nøgdir við tíðirnar, sum vit skulu spæla, tí teir liggja klokkan 10 og 11 á kvøldið, sigur Birgir Sigurðsson, sum er sangari í I Am.










