I AM fór við sigrinum

Leygarkvøldið var finala í Gospel 2003 hildin. Mentanarhúsið í Fuglafirði var á tremur við fólki, sum høvdu sett tríggjar tímar av til finaluna, og hesi fólk fingu nógv burturúr. Allir bólkarnir spældu uppá sítt besta, men ein vinnari skuldi kjósast, og tað bleiv I AM, sum leyp av stað við sigrinum

Mentanarhúsið í Fuglafirði var leygarkvøldið karmur um fyrstu finaluna í Gospel Prix nakrantíð. Hetta er fyrsta tiltak av sínum slag í Føroyum, og ikki kann sigast nakað annað, at hetta var eitt sera væleydnað tiltak.
Hildin vóru tvey undanumfør, har I AM vann tað fyrra og Direct Level gjørdist nummar tvey, meðan Braquet vann tað seinna, har In Gethsemane gjørdist nummar tvey.
Hesir bólkar sluppu so í finaluna at royna seg, har vinningarnir vóru ein uttanlandaferð til ein festival, 40 tímar í Studio Pegasus í Klaksvík og tvey gávukort til tónleikaútgerð frá Elding, so eingin fór tómhentur heim.
Løgdu væl fyri
Direct Level hevði fingið tað truplu uppgávu at spæla fyrst, men hetta tóktist ikki at nerva ungu strandingarnar. Teir løgdu út við teirra vanliga rock- tónleiki við serligum stíli, sum teir eisini bjóðaðu í undanumfarinum.
Hóast teir spældu fyrst, var rættiligt lív í áhoyrarunum, og hetta tyrktist at merkjast á pallinum. Hóast teir byrjaðu fyri ikki so langari tíð síðani at spæla saman, so tóktust teir sera tryggir á pallinum, og hetta er eitt absolutt bonus. Hetta var eisini nóg mikið at fáa annaðplássið og hartil teir 40 tímarnar í Studio Pegasus heim til húsa.
Næstur á pallinum var bólkurin I AM, sum hevur verið til mangt og hvat, og tískil hevur drúgvar royndir. Áhoyrarirnir vóru longu upphitaðir av Direct Level, og hesum gjørdu I AM sær dælt av. Teir spældu egið tilfar, sum var eitt sindur hart og larmandi, og hetta fekk sjálvandi áhoyrararnar at hoppa og dansa við.
Hesuferð hevði I AM tó gjørt sær tann ómak at fáa tónleikin meira detaljeraðan. Teir høvdu fingið fatur á einum gestatónleikara, Alvin Ellebye Andersen, sum spældi eyka keyboard og percussion, og hetta var sjálvandi væl dámt. Eisini høvdu teir fingið Alvin at seta ymsar myndir saman, sum síðan var víst á kámun stórskíggja aftanfyri tónleikararnar fyri at vísa á boðskapin og kanska pynta pallin eitt sindur.
Hetta var væl dámt, bæði hjá áhoyrarunum og dómarunum, sum ikki gjørdi mætari enn at geva I AM tann heiður at vinna fyrsta Gospel Prixið nakrantíð. Við hesum heiðri fingu teir eisini vinningin, sum var ein uttanlandaferð til ein festival, sum teir jú hava roynt fleiri ferðir.
Kuldaskjálvti
In Gethsemane var triðji bólkur á pallinum. Tey royndu seg mest við blandaðum rocki og stillum lovsangum til undanumfarið, og hetta eydnaðist jú væl, so tey høvdu ikki broytt tað stóra til finaluna. Men hesuferð høvdu tey, umframt myndir sum síðst, eisini tekst á stórskíggja til stóra hjálp fyri áhoyrarunum, sum nú kundu syngja við, um hugur var til tess.
Olivia, sum var einasta kvinnan til finaluna, kundi við vøkru rødd síni geva áhoyrarunum kuldaskjálvta, men hetta var tó ikki nokk til at enda á øðrum ella fyrsta plássi. Tey endaðu á triðja ella fjórða plássinum, sum innibar eitt gávukort til tónleikaútgerð frá Elding.
Fjórði og seinasti bólkur á pallinum var Braquet. Teir vóru við í Prix Føroyar-finaluni í 2002, men síðani tá, hevur verið ein lítil útskifting á liðnum. Ingi P. Jacobsen er nú givin í Braquet, men í hansara pláss er komin Pætur Zachariassen, sum er beiggi til Arna Zachariassen. Pætur skuldi, um tað var rætt, verið við til Gospel Prix 2003, men fekk tó ikki, og tá var Ingi ein hjálpandi hond.
Av tí at Braquet við teirra larmandi og grót-harða tónleiki, skuldi síðst á pallin, so var hetta eitt upplagt brak. Og tað gjørdist tað eisini. Áhoyrararnir vóru á gosi og stóðu har og klappaðu, sungu og hoppaðu við rútmunum, og stemningurin gjørdist øgiligur. Men hóast alt hetta, so var tað ikki nóg mikið enn at geva teimum eitt triðja ella fjórða pláss. Hetta var kanska eitt sindur yvirraskandi, men tá alt kemur til alt, so hava dómararnir síðstu avgerð, og Braquet fekk harvið eitt gávukort til tónleikaútgerð frá Elding.
Finalan og tiltakið sum heild eydnaðist stak væl. Leggjast kann til merkis, at hetta er fyrsta tiltak av sínum slag í Føroyum, og tað kann sjálvandi altíð forbetrast, men í hesum føri nýtist tað ikki. Áhoyrararnir hugnaðu sær óført við hesum góða og harða tónleiki, og meir skal ikki til.
Um tað stendur til áhoyrararnar, so er hetta óivað eitt tiltak, sum er komið fyri at verða.