I Am er har framvegis

Teir eru ikki dagliga saman og venja, men tað hoyrdist ikki á framførslu teirra. Royndirnar, saman við tónlistarligum hegni sermerkja framvegis manningina í bólkinum.

Í hesum mánaðinum eru júst liðin 10 ár síðani tónleikahugaðir menn tóku seg saman í bólkinum við navninum I Am. Við eyðkenda stíli sínum hugtóku teir serliga tey ungu. Framførsla teirra í kvøld vísti, at teir eru vorðnir likamliga eldri, men inspirasjónin, sanggleðin, útstrálingin og hugurin at frambera sang og tónleik eru einki viknað hesi árini. Heldur ikki dugnaskapurin at fáa fólkið við í framførsluna!
Sum altíð, var I Am borið fram av karismatiska sangaranum, Birgir, her teir framførdu teir bæði nýggj løg og nøkur av teimum gomlu.
Tá konsertin var nærum at enda komin boðaði Birgir frá, at nú varð seinasti sangurin á skránni. Hetta fall ikki ungu áhoyrarunum væl í oyra, og tey kravdu fleiri sangir.
- Lurtaraynskini, - tey koma vit til aftaná!, boðaði Birgir frá.
Seinasta lagið varð sungið, og síðani tóku teir eitt av áhoyraraynskjunum til eftirtektar: Teir tóku aftur í eitt av kendu løgum teirra. Og hetta dámdi áhoyrarunum sum vera man væl.
Teir prógvaðu til fulnar at teir duga framvegis. Tónleikurin situr bara í ryggmerginum - og tað fekst fullgott prógv fyri tí í kvøld.
Tað var hart. Tað var gott. Tað hoyrdist. Og tað sat!