I am back

Eftir ellivu ósigrar á rað vann Hillary Clinton eina sera spennandi valnátt við at vinna í trimum av fýra statum. Nú hevur hon aftur møguleikan at røkka Hvítu Húsunum

-Takk Ohio! Vit vita, at amerikanska fólkið atkvøður, soleiðis sum Ohio atkvøður, rópti Hillary Clinton, tá hon í morgun takkaði sínum stuðlum í býnum Columbus. Tað var týðiligt, at hon var fegin um úrslitið, og tað sást, at hon hevði fingið sjálvsálitið aftur, skrivar Reuters.

 

Teir seinastu dagarnar hevur Hillary Clinton hert álopini á Barrack Obama. Millum annað hevur hon sagt, at hann er ikki nóg búgvin til forsetaembætið. Politiskir eygleiðarar siga, at álopini hava ávirkað fleiri veljarar, og meiningakanningarnar vísa eisini, at meirilutin av teimum, sum tóku støðu í seinastu løtu, valdu at atkvøða fyri Hillary Clinton. Eygleiðararnir vænta tí, at hon fer at herða álopini á Barrack Obama teir næstu dagarnar.

 

Obama hevur framvegis fleiri valmenn enn Hillary Clinton, og hann hevur eisini meiri pengar til tey seinastu uppstillingarvalini. Fyri Hillary Clinton vóru úrslitini í nátt avgerandi fyri, at hon yvirhøvur kundi halda fram.

 

Eygleiðarar vænta, at hvørki teirra fer at fáa nóg nógvar valmenn fyri at tryggja sær meiriluta á landsfundinum hjá demokratiska flokkinum í august, og tí kunnu úrslitini í nátt hava við sær, at flokkurin ikki hevur eitt greitt valevni at vísa á, tá landsfundurin verður.

 

 

Obama góðar vónir

 

Barrack Obama ætlar sær í hvussu er at stríðast til tað seinasta, og hann sigur seg hava líka góðar vónir enn.

 

-Vit eru líka langt frammanfyri, sama hvat hendir í nátt, og vit eru í ferð við at vinna uppstillingina, segði hann við sínar veljarar í nátt. Tá var úrslitið úr Texas ikki komið, og Obama ynskti Hillary Clinton tillukku við sigrunum í Ohio oh Rhode Island. Sjálvur vann hann í Vermont.

 

Í Texas bar ikki til at útnevna Hillary Clinton sum vinnara, fyrr enn 75 prosent av atkvøðunum vóru taldar. Hon fær kortini ikki fullan ágóða av sigrinum orsakað av teirri serligu vakskipanini har. Eftir reglunum fáa valevnini tveir triðingar av valmonnunum út frá úrslitinum á uppstillingarvalinum, meðan tann seinasti triðingurin verður valdur á serligum fólkafundum, og her hevur Barrack Obama ein fyrimun, siga eygleiðararnir.

 

Eftir valini í nátt sær valmannabýtið soleiðis út:

 

Demokratarnir:

Barack Obama: 1.451

Hillary Clinton: 1.365

John Edwards: 26

Edwards er givin.

 

Republikanararnir:

John McCain: 1.226

Mike Huckabee: 251

Ron Paul: 21

Mitt Romney: 255

McCain hevur tryggjað sær uppstillingina.