Komandi fríggjakvøld fer gospelbólkurin I Am á pall í Atlantis. Tað er ikki so ofta, at I Am er at hoyra live í Føroyum fyri tíðina, tí at onkrir av limunum í bólkinum búgva uttanlands. Men nú fríggjakvøldið fer bólkurin so at hava eina konsert í Atlantis í Klaksvík. Hetta er í sambandi við serligu ítróttarnáttina, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar fyri. I Am hevur verið vælumtóktur bólkur longi, men serliga síðani fløguna, sum teir góvu út í fjør, hevur bólkurin fingið luft undir veingirnar. Ummælini av fløguni vóru sera góð, og uttan iva verða fleiri av teimum løgunum at hoyra í Atlantis nú fríggjakvøldið. Konsertin byrjar klokkan 22.