Hyypia sleppur at halda fram

Um vikuskiftið verður væntandi avgreitt, at 34 ára gamli finnlendingurin í enska fótbóltsfelagnum Liverpool fer at longja sín sáttmála, ið stendur til at ganga út í summar, við einum ári. Tá tann næsti sáttmálin er runnin, hevur Hyypiä verið hjá »The Reds« í samfull 10 ár, og er tað ikki smávegis bragd, av sera støðuga, sterka og álítandi finnanum.

 

Liverpool venjarin, Rafael Benitez hevur úttalað seg um Sami Hyypiä, nú tað er greitt, at hann væntandi fer at skriva undir. Hann sigur millum annað, at:

 

- Hyypiä hevur í mong ár verið ein av stinnastu leikarunum, og serliga í ár hevur hann verið okkum góður. Vit hava hava havt unga danan Daniel Agger úti við skaða, meginpartin av kappingarárinum, og Martin Skrtel skal líka venja seg við nýggju umstøðurnar, umframt høgu leikferðina og fysiska mátan at spæla fótbólt. Hyypiä hevur í ár spælt 37 dystir, og tað er væl meira enn væntað, frá kappingarbyrjan.

Hyypiä er ein legenda í Liverpool, og vit eru sera takksamir fyri hansara tænastu, sigur Rafael Benitez millum annað.

 

Sjálvur hevur Hyypiä verið settur í samband við Fulham og Newcastle, men hann ynskir at enda yrkisleið sína á Anfield.? Vit eru fýra miðverjar, sum kempa um plássini, og tann ið spælur best, hann eigur at spæla, sigur rutineraði verjuskansin, ið hevur verið ein dyggur stuðul, síðan skiftið til Liverpool frá hálendska Willem II í 1999.

 

Hyypiä var partur av treble vinnandi Liverpool liðnum frá 2001, og fyri hetta, eru Liverpool viðhaldsfólk æviga takksom.