Við 1.310.000 seldum bilum í 1996 hevur Hyundai yvirhálað so kendar risar sum BMW, Mercedes, Mazda og Volvo. Orsøkin er ein tilvitað satsan frá koreansku fyritøkuni, sum hevur sett sær eitt so ambitiøst mál: Í ár 2000 ætlar Hyundai Motor Company at finnast millum teir 10 størstu bilaframleiðararnar í heiminum!
Frá Hyundai verður sagt, at hetta ikki bara er nakað, teir siga. Bilaframleiðarin er ein partur av heimsins størstu ídnaðarfyritøkum, sum við 170.000 starvsfólkum m. am framleiðir bilar, skip og teldur.
At Hyundai meinar hetta í álvara sæst eisini á einum øðrum hitlista, har Hyundai longu er at finna millum topp 10. Eitt amerikanskt kanningarfelag hevur endavent handlisføri hjá 4.500 asiatisku fyritøkum - har teir hava kannað kappingarføri og vøkstur inn í næsta ártúsund. Her náddi Hyundai konsernin áttandaplássið. Dentur varð lagdur á serliga stóru íløgurinar, sum Hyundai hevur gjørt í framleiðslumenning og tøknifrøði, varð sagt.