Magnus Gunnarsson
?????????????????????
Fyri at tekkjast amerikanska og evropeiska marknaðinum, var eitt designstudie í Kalifornia biðið um at teknað Santa Fe. Í sínum byrjunarstøði skuldi Santa Fe verða ein sterkur og annarleiðis framtíðarbilur, samstundis skuldi ongin ivast í at hann var ein Hyundai. Úrslitið er ein SUV (Sport Utility Vehicle) bilur, sum livir upp til tað stevnumið, teir settu sær. Hóast bilurin er teknaður í USA, verður hann gjørdur í Korea.
Amerikanskar koyrieginleikar
Innan er alt merkt av góðum og gjøgnumførdum kvaliteti. Tá man setur seg við rattið á Santa Fe, situr man høgt og væl, eins og alt er gjørt fyri at tey ferðandi skulu sita væl. Í tí rúmligu kabinuni er ríkiligt av plássi til fimm fólk við viðføri. Viðførisrúmið er 833 litrar. Bilurin hevur góðar og tryggar koyrieginleikar. Fjaðraskipanin minnir nógv hana á amerikansku bilunum, og Santa Fe liggur væl og fast á vegnum.
Mest áhugaverdur sum diesel
Santa Fe fæst við trimum bensin- og einum dieselmotori, sum verður tann mest áhugaverdi her hjá okkum, eins og í nógvum øðrum londum. Bilurin, vit hava fyri okkum, er ein 2.0 GLS 4WD diesel. Hesin fýra syl. CRDi dieselmotorurin við 112 hk og Bosch commonrail tøkni, hevur góða kraft og passar væl til bilin. Bensinmotorarnir eru: 2.0 litur við 134 hk, 2.4 litur við 145 hk og 2.7 litur V6 við 197 hk.
Fimm stjørnur
Santa Fe kláraði seg sera væl í amerikansku NCAP-testunum, har hann fekk fimm stjørnur fyri trygdina hjá bilførara og teimum ferðandi. Fýra airbag framman er standard. Einans í standard útgávuni fæst Santa Fe við framhjólstrekki. Hinar útgávurnar trekkja á øllum 4 hjólunum, har 60 prosent av kraftini verður yvirførd til framhjólini og 40 prosent til bakhjólini. Um brúk er fyri at deila kraftina annarleiðis, hevur hann eina viscosekobling sum deilir kraftina til tey hjólini har brúk er fyri tí. Santa Fe er sera væl útgjørdur við øllum tí, sum hoyrir til ein nútímans bil.
Hyundai Santa Fe 2.0 GLS 4WD
Motorurin: 4 syl. 16V 112 hk turbodiesel
v. intercooler og common rail
innspræning
0-100 km/t: 14,9 sek
Oljunýtsla: 13,2 km/l
Dekkstødd: 225/70-16
Stødd og vekt:
Longd 450,0 cm
Breidd 185,0 cm
Hædd 168,0 cm
Eginvekt 1650 kg
Totalvekt 2375 kg
Viðførisrúm 833 litrar
Prísur: 2.0 GLS stationvognur kr. 350.750,-
2.0 GLS vøruvognur kr. 280.750,-
Søluumboð: P/F Norðbil
Oyggjarvegur
FO-110 Tórshavn
Tel. 313707