Hyundai fingu toppkarakter

Í sambandi við eina stóra amerikanska brúkarakanning hjá kvalitets-analysustovninum “J.D. Powers and Associates” komu koreansku Hyundai á eitt fyrsta pláss í bólkinum “vanlig bilmerkir”, framman fyri japansk og týsk bilmerkir. Eitt nú var Hyundai Tucson kosin sum feilfríasti SUV í sínum klassa.

Hyundai eru sostatt millum tey bestu bilmerkini, hvat kvaliteti viðvíkur. Brúkararnir skuldu svara upp á 217 spurningar, 90 dagar eftir teir hava keypt bilin. 63.607 fólk luttóku í kanningini.