Hýsuprísurin niður í helvt eftir 14 døgum

Prísfallið á hýsu er eitt gott dømi um, hvussu skjótt marknaðurin uttanlands kann ávirka fiskaprísin.

Um mánaðarskiftið løgdu skip og bátar seg eftir at fáa sum mest av hýsu, tí prísurin var sera góður á Fiskamarknaðinum. Í viku 18 lá meðalprísurin summar dagar nakað oman fyri 22 krónur fyri kilo og var næstan tvær ferðir so góður sum prísurin á toski.

 

Men eftir bara 14 døgum fall prísurin á hýsu so nógv, at nú í vikuni lá meðalprísurin um 10 krónur ella eina lítla helvt av tí, sum hann var um mánaðarskiftið. Orsøkin er, at nógv norsk hýsa er komin á bretska marknaðin.

 

Soleiðis var eitt nú týsdagin, tá Fiskamarknaðurin seldi knappliga 30 tons av hýsu, meginparturin frá línuskipum, sum høvdu verið undir Íslandi. Tað mesta var hýsa II, sum fór fyri 10,02 krónur í meðal. 

 

Hinvegin tykist tað, sum at prísurin á toski er kvinkaður eitt vet uppeftir. Týsdagin fór toskur III fyri 11,84 krónur, og prísurin á tí størra toskinum togaði í 14 krónur.