Føroyski fiskamarknaðurin tolir ikki, at nógvur fiskur er á marknaðinum - í øllum førum ikki, tá ræður um hýsu. Tað vísa prísirnir á hýsu fyri sølu á Fiskamarknaði Føroya síðan ársbyrjan.
Tá marknaðurin seldi fyrstu hýsunøgdirnar ávikavist 4. og 5. januar í ár, vóru hetta lutfalsliga smáar nøgdir, bert nøkur fá tons tilsamans hvønn søludagin.
Men, teir prísir, vit sóu á hýsu hesar báðar søludagarnar, kunnu slett ikki samanberast við teir prísir, vit síggja í dag, nú fiskiflotin - serliga línuskipaflotin - bjóðar fisk fram á uppboðssølu.
Við søluna 4. januar var besti miðal prísur á hýsu 25 krónur fyri kilo. Hetta var fyri hýsu 2 - og við søluna 5. januar var besti miðalprísur 21,19, sum var fyri hýsu 1.
Hyggja vit eftir hýsuprísinum við søluna seinasta mánadag, 25. januar, tá væl størri ráfiskanøgdir vóru á marknaðinum, var besti miðalprísur á hýsu einans 11,62, sum var fyri hýsu 1.
Hýsa 2, sum hevði góðan prís 4. og 5. januar, ávikavist 25 og 19,71 krónur fyri kilo, fekk við søluna seinasta mánadag bert 9,66 krónur fyri kilo í miðal.
Líkt er tí til, at føroyski fiskamarknaðurin tolir ikki nógvan fisk, tó at talan kortini ikki er um tær velduga stóru nøgdirnar.
Spurningurin er, hví so er. Eitt er, hvat føroysku framleiðsluvirkini vilja geva fyri hýsuna til egna framleiðslu. Annað er, hvat fæst fyri hýsu sum fer pakkað og heil av landinum.
At enda er tað eisini ein spurningur, hvussu nógvir keyparar eru á marknaðium í løtuni, sum keypa, pakka og senda hýsu óvirkaða av landinum - og soleiðis hava eitt "vindeyga" opið til útlendska feskfiskamarknaðin.