Hysteriskt!!

Victor Carlsen

Nú um dagarnar hoyrist, at Heilsufrøðisliga Starvsstovan tann 1. apríl í ár ætlar at taka plastleiku av handilshillunum, tí hesi leiku innihalda skaðiliga evnið “phalat”, sum skal vera krabbameinselvandi, og kann harvið skaða smærri børn, sum bíta í ella súgva hesi leiku.

Tað er ivaleyst í lagi við hesi ávaring og handling, men nú fara eg og ivaleyst mong onnur við mær at bíða eftir, nær Heilsufrøðisliga Starvsstovan fer at tøma handilshillarnir fyri tubbaksvørur. Tað eru øll prógv og innihaldslýsingar, og ikki minst álvarsligu ávaringar, ið siga frá, at tubbakk er drepandi og elvir til krabbameins- og aðrar ræðuligar fylgisjúkur. Í tubbakki eru 4.000 skaðilig evni, so her er nógv at fara eftir. Í plastleikunum er bara eitt skaðiligt evni!

Eg haldi, at nú má hesin fullkomni heilsuørskapurin steðga, tí tað er so ótrúliga lætt at fara inni í leikuhandlarnar og har tøma hillarnar fyri leiku, tí børnini mótmæla ikki, men fara hesir úrmælingar á heilsuøkinum inn í kioskir og handlar at tøma hillarnar fyri tubbaksvørur, so kemur róp í, verið vís í tí. Vørurnar eiga at verða tiknar av hillunum, skal parolan um heilsuskaðilig evni haldast. Øll evni eru væl líka fyri lógini, ella hvussu?

Til samanberingar kann sigast, at hagtøl vísa, at tað doyggja uml. 80 -100 føroyingar árliga av tubbaksrealteraðum sjúkum, men veit Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ella sjúkrahúsverkið í Føroyum nakað um deyðsfall ella sjúkur, orsakað av evninum “phalat” í plastleikum?

Forrestin, so bíði eg eisini eftir, at løgtingsmaðurin, sum herfyri rópti “hystersikt” um alment roykibann, at hann eisini fer at tosa og skriva um hysterí, har tað veruliga er talan um hysterí. Enn hoyrist einki, ið hvussu so er.