Síðani tíðindini um væntandi dystin millum AB og KÍ bórust, hevur verið tosað dúgliga um, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri kappingina.
Enn hevur kappingarnevndin ikki tikið støðu í málinum, men soleiðis sum málið nú fyriliggur, eru allir møguleikar enn opnir. Bleytasta niðurstøðan í málinum er her, at nýggjur dystur verður ásettur millum feløgini, meðan talan í harðasta føri kann gerast um at tveita KÍ úr kappingini.
Til stuttleikar, so hava vit spælt okkum eitt sindur við hesum seinasta møguleikanum fyri at vita, hvørjar ítróttarligar avleiðingar eitt slíkt stig vildi fyri kappingina í aðru deild.
Niðanfyri hava vit sett møguliga broyttu støðuna í aðru deild upp, og her framgongur, at tað í løtuni er B71, sum fær størsta fyrimunin við eini slíkari broyting. Sandoyingar vóru nevnliga fyri tapi, tá teir vitjaðu í Klaksvík fyrr í ár. Sama stað leikti AB javnt, so hóast teir í broyttu støðuni detta av øðrum niður á triðja pláss, so vildi hetta verið við einum dysti færri enn B71 opg TB.
Sostatt tykist TB vera liðið, sum ? umframt KÍ ? stendur seg ringast við hesum møguleikanum. Teir hava nevnliga sum tað einasta av oddaliðunum fingið fult ímóti KÍ, og tí vildu teir mist oddasessin í deildini.
-jm
Støðan, 2. deild menn
stig
1TB24
2AB*23
3B7122
4Royn18
5FSV17
6Sumba15
7LÍF12
8B3611
9KÍ*9
10VB4
*) Í stigatalvuni her er roknað við, at AB vinnur dystin móti KÍ 0-0
Støðan, um dystir hjá KÍ ikki telja við
stig
1B7122
2TB21
3AB19
4FSV16
5Royn15
6Sumba12
7LÍF11
8B365
9VB4
10KÍ00-0-00000