Hymns from Nineveh á G!

Besti nýggi bólkurin í Danmark í 2011 sambært Gaffa, Hymns from Nineveh, koma á G! Festival.

 

Ummælarin hjá Politikken segði millum annað soleiðis um teirra framførslu á Roskilde 2011: »Hymns from Nineveh gik på scenen og skabte en af de Roskilde-koncerter, man lever og ånder for«.

 

Hymns from Nineveh hava givið tvær jólaútgávur út, umframt eina EP og eina sjálvnevnda fløgu út. Hon fór beinleiðis inn á fyrsta plássið á danska iTunes hittlistanum og topp 10 í donsku fløguhandlunum, og við árslok útnevndi Gaffa fløguna sum hina bestu yvirhøvur í Danmark í fjør.

 

Jonas H. Petersen byrjaði Hymns from Nineveh í 2007 og sálmadrongurin skrivar allan tónleikin og øll orðini. Men hann vil tó treyðugt kalla bólkin eina solo-verkætlan. Sangirnir eru tað týdningarmesta og teir eru í miðdeplinum, sigur Jonas.

 

Aftrat sær á pallinum hevur Jonas H. Petersen sjey fólk, sum fullkoma livandi framførslurnar. Hesar framførslur eru eisini nakað heilt serligt. Ummælarin á enska tónleikaritinum Mojo segði seg darra av ovfarakæti eftir at hava hoyrt bólkin á SPOT festivalinum í fjør.