Verkætlanarbólkurin, ið arbeiðir við svimjihylinum í Vági, væntar at fáa játtaðar fýra milliónir krónur í stuðli frá løgtinginum. Tað er umleið triðingurin av samlaða kostnaðinum, sum er 12,2 milliónir krónur, uttan meirvirðisgjald.
Eftir fundin við løgtingsfólkini vóru stigtakararnir bjartskygdir: – Politikarnir vóru sera positivir, og sum eg skilji, so stendur hylurin klárur í heyst, sigur Jón Bjarnason, sum væntar, at hann og Pál Joensen fyrireika seg til olympisku leikirnar í London í 2012 við at venja í egnum 50 metra hyli í Vági.
Ein slíkur svimjihylur skal fyrst og fremst gagna føroyskari svimjing, men flestu føroysku svimjarar høvdu havt lættari atgongd til hansara, um hann var í miðstaðarøkinum. Hesum tekur Jón Bjarnason undir við, men vísir á, at verkætlanin í Vági er bílig, tí hylurin fær hita frá SEV-verkinum.
– Ein 50 metra kappingarhylur í Vági útilokar ikki ein 50 metra kappingarhyl í miðstaðarøkinum, sigur hann.