Hyggjarar taka væl ímóti "Brotsgerðini" 3

1.746.000 fylgdu við klokkan 19.00 í gjárkvøldið, tá ið Forbrydelsen - ella Brotsgerðin - var á skránni hjá DR.

 

Tað eru 68.000 fleiri hyggjarar, enn farna sunnukvøld, tá ið fyrsti partur av triðja umfarinum var at síggja.

 

Sostatt kann sigast, at enn fleiri eru áhugaði í sendingini, sum millum annað er kend fyri tað tiltiknu Guðrun&Guðrun troyggjuna.

 

Tó so veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðmum at siga, at sendingin setti met í 2007. Tá vóru tað 2.107.000 fólk, sum hugdu eftir tí seinastu sendingini av Brotsgerðini 1.

 

Eisini seinna umfar av Brotsgerðini var sera væl umtókt. Tá hugdu 1.885.000 fólk at tí seinasta partinum av sendingini.