Heðin av Lakjuni var sjálvandi ikki nøgdur um, at hann ikki tók av, tá møguleikin beyðst at taka trý stig við sær úr Havnini. Men tá ringasta vónbrotið var sodnað, helt hann kanska, at hetta var til at liva við hjá KÍ.
- Sjálvandi vilt tú altíð vinna. Og eitt brotsspark eigur at geva mál. Men sum støðan var undan dystinum, so vildu vit sagt ja takk til ein javnleik á útivølli móti B36.
Sæð í mun til KÍ fyri tveimum mánaðum síðani, so er gongdin hjá tykkum munandi betri. Er tað eisini stuttiligari at spæla fótbólt í KÍ nú, enn tað var?
- Heilt avgjørt. Tá úrslitini eru við, verður hugurin sjálvandi tað betri. Nú vilja vit bara vita, hvussu langt vit kunnu røkka, og tann spurningurin hevði sæð enn betri út, um vit vunnu í dag. Vit tosa kanska ikki um heiðursmerki, men tað er líka langt upp til tey, sum tað er niður til niðurflytingarstrikuna. So vit halda, at vit eins væl kunnu hyggja uppeftir, sigur KÍ-liðskiparin.










