Hagtøl hjá amerikonsku tjóðarlundunum vísa, at tey vitjandi eru fækkað í tali tey seinastu 20 árini, og granskarar halda orsøkina vera, at tað yngra ættarliðið hevur betri hug at hyggja í sjónvarpið heldur enn at hyggja at náttúruni.
Frá seinna heimsbardaga og til 1987 vaks talið á teimum, sum vitjaðu tjóðarlundirnar, men so kom vend í, og granskararnir siga, at skiftið hendi um somu tíð, sum tey ungu fingu atgongd til sjónvarpsspøl, video, DVD, teldur og alnótina. Ein onnur orsøk til tann minkandi áhugan halda granskararnir vera, at bensinið er vorðið so dýrt í USA, at fólk aftra seg við at koyra til tær ofta fjarløgdu tjóðarlundirnar.
Amerikanski umhvørvisfelagsskapurin The Nature Conservancy harmast gongdina. Ein talsmaður hjá felagsskapinum sigur við AP, at tey ungu missa sambandið við náttúruna og tað tilknýtið, sum náttúran hevur við gerandisdagin.










