Hyggja enn niðureftir

Abraham Løkin, sum síðstu dystirnar hevur verið knýttur av venjaratoyminum hjá ÍF, var sera væl nøgdur eftir sigurin á Víkingi, men vildi kortini ikki siga, at ÍF er leyst av niðurflytingarvandanum:

– Fyri tað um vit vinna henda dystin, kenna vit okkum ikki tryggar. Enn hyggja vit bara niðureftir og royna at vinna okkum nøkur stig. Vit gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur hann.

– Fyrr í ár hevur ÍF ikki havt marginalarnir við sær, og kanska hevur spælið eisini verið eitt sindur ov tilvildarligt. Nú royna vit at spæla meira beinleiðis, og tað sær út til at muna. Henda dystin gjørdu vit okkara arbeiði og teir sítt, men tað gekk bara betri hjá okkum enn teimum.