Ólavur í Beiti
Fríggjadagin koma stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, og onnur umboð fyri felagið aftur av Ameriku ferð, har hugt hevur verið eftir eini tyrlu. Blaðið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá stjóranum Magna Arge at vita, hvørjar ætlanirnar eru nú, tá ið hugt verður eftir aðrari tyrlu, men tað hevur ikki eydnast at fingið eina viðmerking frá stjóranum.
Roynt var eisini at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum, Finnboga Arge, men heldur ikki haðani hevur verið gjørligt at fingið nakað neyvari at vita.
Greitt er tó, at umboðini fyri Atlantic Airways eru í Amerika í hesum øðrum, og verður helst meiri at hoyra, tá ið umboðini koma aftur av drúgvu ferðini seinni í vikuni.










