Samkoman hevur nevniliga skipað soleiðis fyri, at ein á heimasíðu teirra kann síggja talur, sum hildnar eru í samkomuni. Arbeitt hevur verið við hesum eina tíð, og nú er fyrsta talan longu løgd út. Hetta er ein undirvísingartala hjá Pola Jacobsen, sum hann helt á einum AWAKE-møti herfyri. Sagt verður, at í byrjanini verður eitt óstøðugt við, hvørjar talur verða lagdur út. Ætlanin er kortini seinni, at hetta skal kunna gerast regluliga. Heimasíðan hjá samkomuni er keldan.fo og undir teiginum “Video talur” ber til at síggja hesa fyrstu taluna.