Hyggja eftir øðrum skipi

Teir, sum eiga garnaskipið Oknina í Saltangará, hava í hesum døgum verið í Noregi og hugt at øðrum skipi. Símun Thomsen, ið plagar at føra skipið, váttaði í telefonini úr Noregi miðskeiðis í hesi vikuni, at teir nú leita eftir øðrum skipi.

- Jú, vit hyggja eftir øðrum skipi. Oknin er gomul, og hon er kanska eisini heldur lítil til garnaveiði. Brúgvin og yvirbygningurin eru ikki í serliga góðum standi. Manningarrúmini eru tey somu, sum tá skipið varð smíðað, men tey eru framvegis hampiliga góð, sigur Símun Thomsen.

Oknin varð í 1964 smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju, og árini síðan hevur skipið verið í ymiskari vinnu, eitt nú hemaraveiði, laksaveiði, rækjuveiði - og seinastu 20 árini á garnaveiði undir Føroyum.

Nú leitað verður eftir øðrum skipi, er ikki vist, at Oknin verður so leingi í føroyska fiskiskipaflotanum aftrat.