Fríggjadagin gjørdist umsíðir greitt, at trupulleikarnir at finna bústað til næmingarnar á Rásini eru komnir nær eini loysn.
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen kundi tá upplýsa, at málið hevði verið drúgt, men at næmingarnir hereftir koma at búgva í bygningini hjá Tryggingini í Saltangará.
Seinnapartin í dag fer so Annika Olsen, saman við teimum ungu og foreldrunum at hyggja eftir nýggja bústaðartilboðnum.
Nú er so líkt til at ein loysn er funnin á hesum. Sum skilst hava hesi hølini verið brúkt til samkomur av ymiskum slagi, og tí áttu tey at verið í hóskandi standi.