Hyggja at mannagongdum

- Vit fara beinanvegin at hyggja at okkara mannagongdum í sambandi við viðgerð av byggiloyvum. Tá kritikkur verður førdur fram móti býráðnum, er tað okkara skylda at taka hetta til eftirtektar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Seinastu tíðina hava umboð fyri fleri stórar byggiverkætlanir fílst at Tórshavnar kommunu fyri at draga mál um byggiloyvir út.

Fyrst er tað Stóratjørn, sum hevur bíðað í rættiliga langa tíð. Harnæst er tað Miðlendi, sum gremur seg um, at teir hoyra hvørki orð ella eið, tíansheldur fáa nakað svar. Og seinast er tað ein verkætlan hjá Gullak Madsen á Krákusteini, har heldur einki orð frættist frá býráðnum.

Bárður Nielsen, stjóri fyri Stórutjørn, segði við Sosialin í síðstu viku, at teir nú vóru komnir hartil, at teir høvdu valt at koyra projektleiðaran úr starvi, meðan teir bíðaðu eftir, at byggiloyvið varð avgreitt frá kommununi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at í spurninginum Stóratjørn er málið komið so mikið langt áleiðis, at tað er á trappuni at senda tað út í Tinganes til endaliga góðkenning.

Sum kunnugt skal verkætlanin liggja alment frammi í tríggjar mánaðir, so fólk hava møguleika at seta kærur fram, um tað er eitthvørt tey eru ónøgd við í hesum sambandi. Og tann freistin er um at renna út. Fyrru ferð verkætlanin lá frammi komu ongar viðmerkingar, og tí er væl hugsand, at ongar koma hesaferð heldur.

 

Torført mál

Tá spurningurin kemur til verkætlanina hjá Gullak Madsen á Krákusteini, er støðan beinanvegin ein heilt onnur. Tí hóast menninir handan verkætlanina siga, at øll krøv og allar treytir eru uppfyltar í sambandi við umsóknina, so er borgarstjórin ikki samdur við teimum.

- Eg kann siga beinanvegin, at tilfarið, vit hava fingið í sambandi við umsóknina, als ikki er nøktandi. Og eg tori at siga, at eingin hevði fingið byggiloyvi við hesum tilfarinum, sigur Heðin Mortensen.

Hann sigur, at tá talan gerst um størri verkætlanir, er tað beinanvegin fleri onnur atlit at taka.

- Talan er um eitt nú ferðsluviðurskifti, parkeringarviðurskifti og brunatrygd. Í málinum á Krákusteini er hartil atlitið til grannarnar, sum fáa ein høgan bygning framman fyri sær. Tí vit mugu síggja alt økið sum eina heild og gera av, hvussu umráðið frameftir skal síggja út, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at neyðugt er at broyta byggisamtyktina, fyri at byggiloyvi til hesa verkætlanina kann játtast, og tað er ikki nakað, sum verður gjørt í einari handavending.

- Hetta er eitt viðbreki umhvørvi. Tað er ikki bara sum at siga tað at ríva sethús niður og byggja nýggjar stórar bygningar upp, sigur Heðin Mortensen.

 

Kanna mannagongdir

Hinvegin sigur borgarstjórin, at sjálvandi skulu borgararnir hava svar.

- Vit kanna í løtuni, hvussu stórt trýstið er á byggideildini. Tað koma jú ein rúgva av fyrispurningum inn til deildina, tað veri seg um nýbygging ella umbygging. Tí vilja vit kanna, um vit kunnu avgreiða málini skjótari við broyttum mannagongdum, sigur Heðin Mortensen.

Somuleiðis vil borgarstjórin hava greiði á, um byggideildin er nóg væl mannað og um umstøðurnar annars eru í lagi.

- Sjálvandi skulu borgararnir hava svar. Og eg veit, at tað er samskifti millum tann, ið hevur latið umsóknina í sambandi við verkætlanina á Krákusteini inn, J. P. Gregoriussen, arkitekt, og byggideildina, sigur Heðin Mortensen.

Men tá borgarar eru ónøgdir við viðgerðartíðina, so er tað nakað, ið borgarstjórin tekur til eftirtektar.

- Eg taki allan kritikk positivt. Og tí verður beinanvegin farið undir at kanna mannagongdir í sambandi við viðgerð at byggiloyvum. Men tað er givið, at tá talan er um størri og serstøk byggiloyvi, so er talan ikki longur um avgreiðslumál. Serliga, tá talan er um so stórar verkætlanir sum Stórutjørn og Miðlendi. Verkætlanin á Krákusteini er serlig, tí har mugu vit fyrst gera eina heildarætlan fyri alt økið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.