LANDSANTIKVARUR
Tað er ikki bara Magistarafelagið, sum hevur áhuga fyri málinum viðvíkjandi setanini av nýggjum landsantikvari.
?Vit fylgja við málinum, men vit eru ikki farin upp í málið, tí sjálv setanin liggur ikki hjá okkum at viðgera, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Fleiri av limum Starvsmannafelagsins arbeiða á Føroya Fornminnissavnið, og felagið hevur og fer at tosa við sínar limir um starvssetanina av nýggjum landsantikvari.
Gunnleivur Dalsgarð leggur stóran dent á, at teir bara fylgja við í málinum. Tað er serliga við atliti at setanarpolitikkinum.
?Skal mann hava ein setanarpolitikk, so er neyðugt at fylgja honum. Annars kann mann bara lata vera við at hava nakran tílíkan politikk, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Málið er í skrivandi stund spildurnýtt fyri Starvsmannafelagið, og Gunnleivur Dalsgarð vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið. Hann vil einki siga um, hvørji møgulig tiltøk ella onnur stig felagið ætlar ella kundi hugsa at tikið.










