Hygg ? tú gloymdi okkurt

Einferð vóru vit børn, óspilt og forvitin og til reiðar at rúma heiminum, júst sum hann er - ein gandakendur himmal, fullur av kærleika. Í nýggja tekstasavninum "Aftur Nú" hugleiðir Unn í Dali um, hvussu blindaðu eyguni kunnu latast upp aftur

Eitt tjúkt lag av glasuri, sum fjalir út yvir dálking, fávitsku, sjálvsøkni og snævurskygni. Soleiðis sær heimurin út í hugleiðandi tekstasavninum "Aftur Nú" hjá Unn í Dali. Vakra fjørðan er ein køstur av plastikkdunk-um og øðrum óruddi, spurningarnir hjá børnunum eru tagnaðir, tí tey vaksnu hava tept tey við logiskum forkláringum, og vit onnur eru hildin uppat at hugsa, so í staðin døma vit ella eru bara líkasæl. Unn í Dali leggur ikki fingarnar ímillum og endar turrisliga ein av fyrstu tekstunum við at siga: - Her, ger so væl, hetta hevur tú gloymt.
Men hvat er tað, vit hava gloymt, og er yvirhøvur nøkur vón fyri okkum í hesum mein-ingsleysa heimi?
? Vit hava fyri tað fyrsta gloymt, hvat vit hava gloymt, men savnið er í grundini als ikki hugsað so dapurt, sum tað kanska tykist. Tekstirnir eru ein roynd at lýsa mín sakn av einum gandakendum og óspiltum heimi, men tað hevði jú ikki verið nøkur meining í at seta orð á hendan saknin, um eg ikki trúði uppá, at tað ber til at finna aftur til ella endurskapa tað óspilta, sigur Unn og leggur afturat, at hon vónar, at lesarin sær tekstirnar, sum eina áheitan, heldur enn eina náðileysa ákæru.
? Eg havi avmyndað veruleikan, sum hann sær út, men eg seti meg ikki afturá og góðtaki myndina. Eg vil hava gleðina, frummegina og kenslurnar aftur. Tað er tað, hesir tekstirnir snúgva seg um, sigur Unn.
Mýggjabitar og Hollywoddglasurur
? Í staðin fyri bara at vera til og royna at finna eydnuna innaní okkum sjálvum, fara vit í biograf, har vit billa okkum inn, at eyndan má hava ein umgang av Hollywoodglasuri, áðrenn hon kann takast í álvara. Sjálvandi er hetta ein flýggjan, ikki inn í eina dreymaverð, sum vit vanliga plaga at siga, men ein flýggjan frá okkum sjálvum og ábyrgdini fyri at rannsaka okkum sjálvi í okkara innastu kenslum. Vit tora ikki, tí ein slík rannsakan krevur, at vit eru erlig, og tað ger okkum húðleys og sárbær. So vit liva víðari í okkara grunnskygni, og hvat verri er - vit læra okkara børn at gera tað sama, sigur Unn.
Í tekstinum "Hygg mamma" eyðgleiðir ein smádrongur mýggjabitarnar dansa, men hann skilur ikki, hví teir ikki eisini flenna, tá teir nú eru so glaðir, so hann spyr mammuna. Svarið, hann fær, er, at mýggjabitar flenna ikki, tí teir hava onga rødd.
? Teksturin er eitt dømi um eitt slag av uppaling, sum rænir spontanu gleðina frá børnunum við at geva teimum logiskar forkláringar uppá alt tað, sum ikki kann forklárast. Ímynda tær, at lívið er ein trillibøra, og at tú bara kanst taka tað við tær víðari, sum kann vigast og mátast, áðrenn tú leggur tað upp í trillubøruna. Restin dettur bara niður á vegin, meðan tú trillar víðari, og til endan sært tú tað ikki og hevur gloymt, at tað nakrantíð var til, sigur Unn og sipar til smádrongin í tekstinum, sum til endan góðtekur, at mýggjabitarnir nokk ikki eru so glaðir kortini, tí teir hava onga rødd, sum kann vísa tað. Hann hevur ikki bara lært, at tað logiska er tað skilagóða, men eisini at definera tað, hann ikki skilur, út frá tí, tað manglar í mun til menniskju. Tað er ikki longur pláss fyri, at lutir og kenslur bara eru.
Kransakøkutómleiki
Tekstirnir "Kransakøkutómleiki" og "Føroyar" skrivaði Unn í byrjanini av 90unum, tá kreppan leikaði harðast á í Føroyum. Hon hevði tá búð niðri í eina tíð, og heimafturkomin varnaðist hon ymiskt, hon kanska leingi hevði havt varhuga av, men sum nú kom ovurhonds týðiliga til sjóndar. Eitt tað mest óhugnaliga var at síggja, hvussu menniskju nærum vórðu býtt upp í A og B menniskju, alt eftir, hvussu kreppan tilvildarliga hevði rakt tey.
? Vit sóðu jú menniskju, sum stóðu púra hjálparleys og høvdu mist alt, men kortini royndu at varveita álitið á, at tey, sum sótu við valdið, onkusvegna kundu hjálpa teimum. Men í nógvum førum gjørdist vónin um hjálp ein hvørvisjón, tí tey, sum kanska kundu hjálpa, vaskaðu sínar hendur. Eg skal ikki gera meg til dómara yvir, hvør hevði skyldina av hvørjum. Eg minnist bara, hvussu eg øtaðist við, tá eg sá, hvussu summi eftir øllum at døma bara kundu lata eyguni aftur fyri tí neyðini, sum hevði rakt teirra medmenniskju, sigur Unn.
Kenslan gav Unn íblástur til at skriva nakrar yrkingar um næstrakærleika, sum á fleiri hættir eisini rennur sum ein reyður tráður gjøgnum hinar tekstirnar. Í innganginum til savnið minnir Unn á orðini hjá Jesus, "Tað, tú gert móti einum av mínum minstu, gert tú móti mær." og vísir á, at mátin, vit bera okkum at móti øðrum menniskjum, fyrr ella seinni altíð rakar okkum sjálvi.
? Í míni verð er onki tilvildarligt, og tað vit gera, fær altíð avleiðingar. Vit kunnu birta ljós í okkara medmenniskjum við at vera góð við tey og vísa teimum virðing. Men tað er líka skjótt at sløkkja ljósið, lata eygu og oyru aftur og rista ábyrgdina av okkum. Slíkt er sjálvandi lætt at sita og siga, og fyri onkran ljóðar tað uttan iva sum ein kliché, men fyri meg snýr hetta seg um eina heila lívsfatan, sum sær hvørt einstakt menniskja sum lið í eini óendaligari ringrás. Vit eru ikki bara partur av hvørjum øðrum. Vit eru eisini ein liður í náttúruni rundanum okkum og tí andaliga heiminum, sum finst onkustaðni hinumegin hetta lívið - himmalinum um tú vilt. Og saman við tankanum um, at okkara atburður altíð hevur avleiðingar, verður hetta ein lívsfatan, sum grundleggjandi snýr seg um eina kollektiva ábyrgd, sum tað ikki ber til at skáka sær undan.
Fløkt einfeldi
Hendan ábyrgdin kemur millum annað til sjóndar í tekstunum, sum snúgva seg um, hvussu vit handfara náttúruna, har meiningsleysa uppbýtingin av tíðini virkar sum ein forðing fyri, í hvønn mun vit halda okkum kunna venda aftur til tað upprunaliga.
? Tá vit tosa um tað upprunaliga, tosa vit sum oftast um tað, sum part av eini fortíð, sum ikki kann endurskapast, og sum er í andsøgn við nútíðina og framtíðina. Fyri okkum eru framstig pr. definitión góð, men í okkara hugaheimi eru tey eisini óloysiliga knýtt at nútíðini og framtíðini. Fortíðin verður óbrúkilig, eitt sorgblítt minni um eina tíð, tá vit ikki vistu betur. Tí verður tankin um, at tað ber til at tvinna fortíðina saman við nútíðina í einum nýggjum slagi av framstigi óhugsandi fyri okkum. Eitt tað besta dømi er tankin um vistfrøðilig landbrúk. Hetta er ein tanki, sum áhaldandi trokar seg framat, men vit vita ikki, hvussu vit skulu hýsa honum. Úrslitið er, at vit hava gjørt einfaldu vistfrøðina til eina fløkta, framkomna servísundi, latið hana í ein modernaðan ham, sum er lættari at svølgja, sigur Unn, sum annars heldur lítið um mátan, vit føroyingar fara við náttúruni. Hon vísir á tað løgna í, at okkum dámar so ótrúliga væl at lýsa okkum sjálvi sum eitt fólk, við einum serligum sambandi við náttúruna. Tað hava vit uttan iva havt einaferð, men dømini um tað liva í dag í besta føri bara sum gomul minni um nakað fjart. Vandin er sjálvandi, at illusiónin verður ein forðing fyri, at vit taka okkum um reiggj og síggja veruleikan í eyguni, men Unn heldur, at tað ber eisini til at venda tí hin vegin.
? Eg eri grundleggjandi eitt positivt menniskja, sum ikki missir vónina. So eg velji at halda, at tá okkum føroyingum dáma so væl at skriva "náttúrufólk" í ferðavinnufaldarnar, so má tað boða frá einum ynski um at venda aftur til tað upprunaliga. So hvør veit, kanska er tað bara ein spurningur um tíð, inntil tað, sum stendur í faldanum, er sannleikin, sigur Unn í Dali.
Æviga núið
Í innganginum til "Aftur Nú" lýsir Unn savnið sum eygleiðingar, hugleiðingar og royndir, hon hevur gjørt sær, í eini longdari "nú-process", sum hon tekur til. Fyri Unn er tíðin ein óendalig spiral, sum gongur runt og runt og ongantíð fangar hin endan, og í hesi endaleysu spiralini er núið tað einasta, vit eiga.
? Hetta er ein tanki, tey flestu av okkum hava sera ilt við at góðtaka, og tí brúka vit eina rúgvu av orku uppá at býta tíðina sundur fyri síðani at petta hana saman aftur á ein hátt, sum tykist at geva okkurt slag av meining, vit kunnu góðtaka. Men tíðin letur seg ikki býta sundur, og tí verða okkara royndir at gera tað ikki bara sera klossutar. Tær enda í grundini eisini við at mótarbeiða lívinum, sum altíð er eitt slag av heildarúrsliti av bæði fortíðini og nútíðini og eisini av okkara bønum og vónum um framtíðina.
Sum eina staðfesting av hesum æviga núinum hevur Unn givið savninum heitið "Aftur Nú". Heitið er ein tilsiping til savnið "Hvat Nú?", sum Unn var í ferð við at geva út fyri nøkrum árum síðani. Av ymsum orsøkum varð útgávan av ongum, men tankar-nar í savninum slepti hon ongantíð, og onkrir av tekstunum eru eisini við í nýggja savninum.
? Eg havi tikið nakar av gomlu yrkingunum ella tekstunum við í tann mun, teir geva meining fyri heildina í nýggja savninum. Tekstirnir í "Aftur Nú" spegla boðskapin um, at alt er ein process, og at hvør einasta lítla hending hevur eina avleiðing av onkrum slagi. Eisini tekstirnir í savninum. Tá ein tanki, setningur ella tekstur er liðugur, dregur hann ein annan við sær, og soleiðis heldur tað fram. Tískil er "Aftur Nú" bara eitt evarska lítið brot av mær, sum nú er farið víðari og vorðið eitt lítið brot í hugaheiminum hjá onkrum øðrum, sum kanska fer at minnast, hvat hann gloymdi, sigur Unn hugleiðandi ...